Fótbóltur
Uppskriftin var nett tann sama, sum hon var í fjør, tá ið NSÍ við sannførandi 4-0 smurdi KÍ av í Runavík. Ta ferðina fingu teir hol á beinanvegin, og síðani runnu teir klaksvíkingarnar niður og norður og skoraðu øll fýra málini í fyrra hálvleiki.
Tað var ikki akkurát soleiðis hesa ferð, men úrslitið og gongdin minti so mikið nógv um, at tað væl ber til at siga, at talan var um uppaftur kók av knappliga eitt ára gomlum rætti.
KÍ var væl við fyrsta hálva tíman, tá ið teir í spælinum vóru omaná. Men tað var NSÍ, sum fekk fyrsta málið. Brynjolvur Nielsen slapp at royna tvær ferðir. Í stórari virðing fyri Jákupi Mikkelsen royndi hann at seta bóltin so uttarlaga, sum tað bar til, og so fór hann við síðuna av. Men Birgir Sondum segði, at sparkið skuldi takast umaftur, tí dómarin metti, at KÍ málverjin hevði verið ov uttarlaga staddur, og tá bar til hjá Brynjolvi.
Brotssparkið varð dømt, tí Ovi Nysted skuldi hava koppað væl upplagda Andy Olsen, sum hevði trýst Gert Langgaard út á beinkin. Løtu seinni javnaði KÍ. Eyðun Klakstein, sum hesa ferð var við alla tíðina sum miðvallari í vinstru, sneiddi framvið Aleksandar Jovevic og inn í brotsteigin, og tá ið Jovevic, sum var miðvallari í høgru, rætti beinið fram, var tað skjótt, at Eyðun hekk í leysum lofti, og so var aftur brotsspark. Stig Edvin Aksnes, sum í 1. hálvleiki var mest eyðsýndi í álopsspælinum hjá KÍ, var tryggur. Eftir steðgin sást einki til norðmannin, sum hevði fingið snudd í beinið og varð avloystur av Jacob Bymar, sum leingi hevur gingið skaddur.
Sum fyrra umfarið leið, setti heimaliðið seg á spælið, og eftir steðgin var eingin ivi um, hvør tað var, sum var betri fyri.
NSÍ var í 4-3-3 útgangsstøðu, og Aleksandar Jovevic, Ian Højgaard og Kári Hansen vóru greitt omaná á sentrala miðvøllinum. Jan Joensen, sum var verjukendi sentrali miðvallarin hjá KÍ, lá rættuliga aftarlaga, og Atli Danielsen, sum undanfarnu ferðirnar hevur verið sera væl upplagdur, var fyri tað mesta í ongamanna landi og setti hesa ferð lítlan dám á.
Í 2. hálvleiki hevði KÍ onga rættuliga roynd á málið hjá Jens Martini Knudsen. Álopsspælið var fullkomuliga uttan hugflog, og har var eingin tyngd og broddur. Tað var ilt at síggja, hvat endamálið var, tá ið KÍ royndi at mynda álop. Álopsspælararnir báðir tóktust hava fingið boð um at flyta út í borðini. Har gjørdist tað mest sum ov trongt. Serliga í høgru, har Arnhold Joensen var so uttarlaga, sum hann plagar at vera.
At álopsspælararnir fluttu út í borðini bar við sær, at tað var manntómt hjá teimum bláu undir málinum, tá ið onkur hissini sending varð løgd innfyri. Dánial Hansen og Óli Hansen vórðu í 2. hálvleiki ongantíð settir undir trýst í NSÍ miðverjuni.
Og hóast NSÍ var disiplinerað og helt nógv fólk aftarlaga á vøllinum, so tóktist tað sum um, at teir eisini vóru yvirmannaðir, tá ið teir fóru í álop. Tað komst av tí, at teir arbeiddu væl meiri. Síðsta tíman vunnu teir nógv teir flestu nærdystirnar, teir vóru fyrstir á returbóltunum, og teir høvdu fysiska yvirskotið at søkja tómrúmini og skræða seg leysar av mótstøðumonnunum, sum kendust at vera merkiliga tamir, tungir og mettir.
Eftir steðgin hevði NSÍ fleiri møguleikar at gera mál. Teir fingu eitt, og í øðrum førum vóru teir ov lítið neyvir, og í KÍ málinum vísti Jákup Mikkelsen sítt hegni og sínar royndir. Hann var tann einasti klaksvíkingurin, sum kundi fara norður aftur við góðari samvitsku.
Seinasta korterið flutti KÍ Ova Nysted fram í álopið, men tann royndin tóktist hálvhjartað. Tað kom ikki størri tyngd í álopið, og verjan gjørdist ótryggari.
NSÍ málini
Undan steðginum legði NSÍ seg á odda, og tað var avgjørt ikki óvæntað, tá ið teir øktu til 3-1. Í báðum førunum var miðvallarin í vinstru, Jónstein Petersen, málskjútti.
Undan steðginum stútaði hann til 2-1. Sjúrður Jacobsen legði tvørturum til Helga L. Petersen, sum í høgra borði var betri upplagdur enn fyrr í ár og trillaði runt við sera illa sperda Marek. Helgi lyfti tvørturum aftur, og við handara stólpan stakk Jónstein Petersen seg fram og stýrdi við høvdinum bóltinum í málið.
Tá ið Jónstein staðfesti heimasiguirn, varð hann spældur leysur úr høgru og inn um verjuna. Jákup Mikkelsen kendi seg noyddan at leypa út, og skjóti miðvallarin var nóg kaldur til at lyfta bóltin upp um málverjan og í kassan.