Birgar Johannessen lat í fjør Tórshavnar býarsavni allar lutirnar í privata savni sínum.
Birgar hevur altíð havt áhuga fyri gomlum lutum, og fór undir eitt miðvíst innsavningararbeiði fyrst í nítiárunum. Lutirnir, ið Birgar hevur savnað, siga eina søgu um fólkið og virksemið í Havnini gjøgnum tíðina. Í savninum eru t.d. sellokassin og diregentpinnurin hjá Bakar Hansen, maðurin sum legði lunnar undir Havnar Hornorkestur og GHM - Føroya fyrsta harmoniorkestur, ið varð stovnað til minnis um hann. Eisini eru ljóðførini hjá Simma og teimum, sum vóru nýtt til innspælingina av “Rasmus” í savninum, umframt hópin av føroyskt framleiddum vørum og lutum. Bert fyri at nevna nakrar fáar lutir úr savninum.
##med2##
Arbeitt verður við at útvega Tórshavnar býarsavni høli til fast framsýningarvirksemi, og teir gott 1000 lutirnir frá Birgari verða partur av føstu framsýningini hjá býarsavninum.
Framsýningin hjá Birgari stendur í gamla Tórs Kafeteria eitt stutt bil aftrat. Í hesum sambandi verður opið hvønn dag til 3. mai millum kl. 14 – 17, og fyri skúlum og stovnum fyrrapartin.












