Fyrstu búfólkini flyta inn í Umsorganarheimið Gloria í Klaksvík mánadagin, og í dag var almenn móttøka í heiminum. Heimið er fyri fólk við víðfevnandi sosialum trupulleikum, og í húsinum eru átta pláss.
Eftir drúgt og áhaldandi arbeiði í mong ár, varð endaliga samstarvsavtalan millum stigtakararnar, Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu beint fyri jól, og nú flyta fyrstu búfólkini inn. Sjálvsognarstovnurin Soli Deo Gloria eigur og rekur umsorganarheimið við rakstrarstuðli frá Klaksvíkar kommunu og Almannaverkinum, sum í 2018 hava játtað ávíkavist 1,8 og 2 milliónir krónur, upplýsir Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Leiðarin á Umsorganarheiminum Gloria er Fríbjørg Michaelsen. Fríbjørg er útlærd sosialpedagogur frá Diakonháskúlanum í Aarhus og hevur drúgvar royndir innan júst hetta økið í Danmark. Afturat henni fara starvsfólk úr ymsum fakbólkum – eitt nú námsfrøðingar og heilsuhjálparar – at manna starvsfólkahópin. Í