Í Kina hevur dunnualarin Lou Baogen góðtikið, at hús hansara verða tikin niður, og at hann og konan skulu flyta í onnur hús.
Húsini hjá Lou Baogen standa mitt á einum nýggjum motorvegi í Zhejiang-landspartinum. Myndugleikarnir kravdu, at hjúnini skuldu flyta haðani, so húsini kundu takast niður, men Lou og konan søgdu nei, tí tey vóru ikki nøgd við endurgjaldið frá tí almenna. Og fyri at forða myndugleikunum at senda maskinur at taka húsini niður, svóvu tey bæði í hvør sínum enda á húsunum.
Men nú hava hjúnini slakað og hava góðtikið at fáa 235.000 krónur í endurgjaldi, hóast tey upprunaliga kravdu at fáa 454.000 krónur, skrivar BBC.










