Nú fiska teir aftur

Umhvørvisdálking

Fiskimenninir á sponsku norðurstrondini eru nú farnir útaftur
Tá tangaskipið "Prestige" sakk úti fyri sponsku útnyrðingsstrondini fyri hálvum triðja mánað síðani, fingu fiskimenninir har á leiðini forboð fyri at fiska, og síðani hava túsundtals fiskimenn gingið hendur í favn.
Mánadagin varð forboðið sett úr gildi á einari leið frá portugisiska markinum og einar 100 kilometrar norðureftir. Nógvir fiskimenn loystu alt fyri eitt, men minni enn so allir kenna seg tryggar enn. Teir hava ikki álit á boðunum frá myndugleikunum um, at nú ber til at fiska aftur.
Fiskimenninir bera eisini ótta fyri, at oljudálkingin skal gera um seg aftur, nú sardin- og makrelvertíðin nærkast.