Arsenal-venjarin fer nú at leita eftir spælarum til allar keturnar í felagnum, eftir stórtapið til Manchester United í gjár.
Ensk bløð skriva í morgun, at Wenger er til reiðar at fylla innkeypsvognin, áðrenn transfer-vindeygað letur aftur hósdagin.
Tapið hevur sett Arsenal í nánd av botnliðunum í Premier League, og er at finna á 4. niðasta plássi, eftir tríggjar dystir uttan sigur og bert ein javnleik.
- Vit arbeiða hart fyri at fáa fatur á spælarum. Um vit finna teir røttu, fara vit eftir teimum. Vit hava peningin til at skriva undir við teir sum kunnu styrkja okkara lið, sigur Arséne Wenger.
Hann avdúkar at teir eru í samráðingum við ein álopsleikara, men eisini eftir leikarum til verjuna og miðvøllin.
Søguliga tapið til United í gjár var, sambært Wenger í stóran mun orsakað av skaðum og karantenum.
United-venjarin, Alex Ferguson hevur eisini umberandi orð at bera starvsfelagi sínum:
- Eg haldi, at atfinningarnar eru ikki rættar. Eg meini, - at tað arbeiðið hann hevur gjørt í Arsenal tey seinastu árini, har hann heldur fast við sína filosofi, hevur givið liðnum nakrar framúr góðar spælarar.
- Men vit liva í eini kyniskum heimi, og um tú tapir nakrar dystir, verður ein dømdur. Og ein sær tí eisini venjarar, sum verða koyrdir úr starvi tíðliga í kappingini, sigur altso Ferguson.
Arsenal hevur higartil selt so frægar spælarar sum Cesc Fabregas til Barcelona og Samir Nasri til Manchester City.









