5. UMFAR SAMANUM
Avrikini og úrslitini í vikuskiftinum góvu góða ábending um, hvussu fótbóltsfeløgini eru fyri. Eingin ivi er um, at Skála er sera væl fyri. Tað hava teir verið øll fimm umførini, og tað staðfestu teir rudduliga ímóti B36. Árstalsfelagið varð undan kappingarbyrjan roknað millum favorittarnar. Um roknað verður út frá avrikunum nógvu tey undanfarnu árini, so eigur B36 besta fólkið. Men tað er ikki altíð, at avrikini undanfarnu árini eru besta grundarlagið at meta út frá. Tað kann eisini vera soleiðis, at spælarar eru mettir og harvið ikki so uppsettir, sum teir eru, ið einki hava vunnið og sum hungra eftir at gera um seg.
Leygardagurin á Skála bar boð um júst hetta. Ungu og svongu skálamenninir vóru uppsettir og tykjast hava viljan at fara ígjøgnum heilt fyri at vinna. Soleiðis tykist tað ikki at vera á B36 liðnum, sum seinastu árini hevur vunnið nógv.
Tá ið HB í fyrsta umfarinum hevði tapt á Skála, varð hetta roknað sum alt annað enn gott hjá meistaraliðnum. Nú fimm umfør eru farin afturum, kann staðfestast, at tað vóru rokningarnar í sambandi við Skála og ikki fyrst og fremst í sambandi við HB, sum vóru skeivar. HB er næstfremst, og teir hava góðan møguleika at spæla seg í steypafinaluna. Tað er neyvan nakar ivi um, at teir í heyst fara at halda hundrað ára føðingardag eftir brúkiligt kappingarár.
HB hevur verið meistari tvey tey undanfarnu árini, og tí kundi støðan við mettuni hjá teimum verið, sum hon tykist vera hjá B36. Men HB hevur fleiri ungar og ágrýtnar spælarar á liðnum, og einstakir teirra eru millum berandi kreftirnar. Her verður eitt nú hugsað um Vagn Mohr Mortensen og Kára Nielsen, sum báðir eru í landsliðsferðalagnum í Sveis.
KÍ verður hundrað um góðar tveir mánaðir. Avrikið leygardagin bendi ikki á, at teir vera førir fyri at halda føðingardag á toppinum. Heldur enn svangir og uppsettir, so tóktust klaksvíkingarnir mettir og tungir. Hetta var fyrsta ferðin, at KÍ tapti í hesum kappingarárinum. Men teir hava bara vunnið eina ferð, og tríggir javnleikir bera við sær, at KÍ er niðanfyri miðstrikuna.
Næsta vikuskiftið verður Norðoyastevna. Tá ið kappingarskipanin varð almenn, mundu tað ivaleyst vera fleiri, sum roknaðu við, at KÍ hevði ikki tyngstu uppgávuna á Norðoyastevnu, tí tá skuldu teir spæla ímóti Skála. Nú er støðan soleiðis, at klaksvíkingar og øll onnur mugu rokna skálamenn sum favorittar í stevnudystinum. Soleiðis gongur tað viðhvørt.
Pílurin upp og niður
Vágbingar vunnu enn eina ferð. Eftir eitt sindur trilvandi byrjan er VB komið í rætta lagið. VB hevur gott fólk, og tað skal ikki undra, um teir vera við í kappingini, har sum tað verður hugaligt at kappast. Í tveimum teimum síðstu umførunum hava teir fingið seks stig, og tað hevði ikki verið av leið, um teir høvdu havt fingið stig burturúr vitjanini hjá HB, sum kortini vann 2-1.
Eisini hjá NSÍ gongur tað rætta vegin. NSÍ hevur fingið sjey stig burtur úr trimum teimum seinastu umførunum. Liðið tykist vera væl fyri. Sunnudagin skulu teir spæla í Gøtu. Har vunnu teir fjórðingsfinaluna fyri knøppum mánað síðani.
GÍ hevur eitt stig minni enn NSÍ. Men meðan tað hjá NSÍ hevur gingið rætta vegin, so hevur tað síðstu vikurnar gingið illa hjá GÍ. Eftir sannførandi avrik í bólkaspælinum og í tveimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini, er lítið komið burturúr. Gøtumenn roknaðu tað sum hálva vend, tá ið teir megnaðu javnleik í Klaksvík. Síðani hevur tað víst seg, at hetta ikki var serliga gott barometur fyri viðrák. GÍ tapti leygardagin ímóti EB/Streymi, og serliga í 2. hálvleiki var avrikið lítið sannførandi. Vitus Kofoed skuldi gera málini. Men hann er gott dømi um, at tað ikki altíð eydnast væl, tá ið útlendingar koma til Føroya at royna seg. Í vikuskiftinum var hann á 3. deildarliðnum.
B68 illa kroyst
Toftamenn eru so mikið sperdir, sum teir sjáldan ella ongantíð hava verið, síðani teir í 1981 fyri fyrstu ferð royndu seg í bestu deildini. Fyri toftamenn kom tað illa við, at EB/Streymur fekk fulla úrtøku í Gøtu. Harvið gjørdist gloppið frá B68 á aftasta plássinum og fram til næstaftasta plássið til trý stig.
Hóast tað hevur gingið hampuliga væl hjá ÍF, so eru fuglfirðingar næstaftastir. Nýggja felagið í bestu deildini hevur bara fingið stigini í heimasigrinum ímóti NSÍ. Tær báðu næstu ferðirnar verða sera týdningarmiklar fyri ÍF. Nú sunnudagin skulu teir spæla á Eiði, og um tvær vikur skulu teir spæla á heimavølli ímóti B68. Tað vil við øðrum orðum siga, at úrtøkan í tveimum teimum næstu umførunum fer at vera avgerandi fyri, um ÍF støðugt skal stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini, ella um teir eisini kunnu hava yvirskot at gleða seg til Varmakelduna, tá ið teir skulu spæla seinnu hálvfinaluna ímóti NSÍ.
Hjartasuffið
Og at enda kunnu vit ikki annað enn koma við einum hjartasuffi til fótbóltsfeløgini. Tað gongst illa at fáa upplýsingar frá feløgunum. Dómaraseðlar verða ikki sendir til blaðið, og tað er torført at finna fram til upplýsingar um tíðir, útskiftingar og kort. Tað er spell og hevur við sær, at upplýsingarnar hjá okkum als ikki eru á tí støðinum, sum vit høvdu viljað havt teir at verið.
Tað er eingin trupulleiki hjá hondbóltsfeløgum, flogbóltsfeløgum og Róðrarsambandinum at senda okkum allar upplýsingar, sum vit hava brúk fyri. Tað verður meiri tíð og orka nýtt upp á fótbóltin, enn tað verður nýtt upp á nakra aðra ítrótt. Tað er spell, at hetta ikki sást aftur í virðingini, sum feløgini hava fyri bløðunum ? í hvussu so er, tá ið tað snýr seg um at tæna við upplýsingum. Hetta eiga feløgini ikki at hava sitandi á sær. Staðiliga verður heitt á tey um at skipa so fyri, at dómaraseðlarnir verða faksaðir til redaktiónina beinanvegin, tá ið seðilin er liðugt skrivaður. Umframt í 1. deild hjá monnum er her talan um 2. og 3. deild hjá monnum og kvinnudeildina.