Nú fer Smyril at sigla ein túr afturat

Nú fer Smyril at sigla ein túr afturat ímillum Suðuroynna og Havnina.

 

Hesin túrurin verður hósdagar og Nýggja ferðaætlanin kemur í gildi 21. apríl, sigur Strandferðslan. Sostatt fer hósdagurin at líkjast mánadegnum og mikudegnum, fyri at varðveita eitt ávíst ferðamynstur.

 

Tó er seinasti túrurin av Krambatanga hósdag markaður til vinnuflutning úr Suðuroynni, og hann verður framvegis klokkan 17.30, akkurát sum hann er nú.

 

Hervið verða nú minst tríggir dagar í vikuni, har bæði norðoyingar og suðuroyingar kunnu ferðast oyggjarnar millum at gera ørindi uttan at skula ferðast frá morgni til myrkurs, sigur Strandferðslan.