Hesa seinastu vikuna hava ein rúgva av landsdystum verið spældir. Seint í seinastu viku og í vikuskiftinum vóru tað undankappingardystir, meðan hesa vikuna hava tað verið fleiri venjingardystir.
Í kvøld vóru eisini fleiri venjingardystir spældir, har mest áhugaverdu dystirnir á pappírinum vóru teir millum Frakland og Ongland, umframt Noreg og Svøríki.
Dysturin millum Frakland og Ongland var undirhaldandi. Dysturin endaði við einum 3-2 sigri til fraklendingar, eftir at fransmenn høvdu verið á odda 2-1 í hálvleikinum. Merkisvert við dystinum var, at Frakland spældi allan seinna hálvleik við tíggju monnum, men allíkavæl megnaði at halda stand og vinna dystin.
Dysturin ímillum Noreg og Svøríki endaði við 1-1 javnleiki. Noreg legði seg á odda 1-0 beint áðrenn hálvleik, men stutt fyri leiklok eydnaðist tað Svøríki at javna. Sostatt fer Noreg helst at klintra upp eftir styrkislistanum nú komandi tíðina, tí hesa seinastu vikuna hava norðmenn spælt javnleik móti bæði Kekkia og Svøríki. Noreg hevur annars verið aftanfyri Føroyar á FIFA styrkislistanum frammanundan.