fimleikur
Leygardagin komandi, 28. aug, er árliga innmeldanin hjá Fimleikafelagnum Ljósinum. Aftur í ár gleða vit okkum at taka ímóti so nógvum íðkarum sum gjørligt, men við vánaligu hølisviðurskiftunum (bæði ítróttar- og umsitingarliga) vaksa vit um virksemið við størsta varsemi. Nýggi sprotin í ár er amboðslið 4-6 ár fyri bæði gentur og dreingir, og er felagið spent at vita, hvussu hetta fer at roynast. Væl umtókta dream-team, ið koyrdi á fyrsta sinni í fjør, verður aftur við sindur broyttari skrá, og vóna vit bæði at síggja kend andlit og nýggjar treystar týpur.
Eitt stútt limatal á 700 fólk, 7 ymisk »heim« og 80 leiðarar!
Vit hava havt 700 limir í longri tíð, og royna vit at fjálga um teir sum frægast. Tað krevur nevniliga fýrs (80!) leiðarar og útvið trýss (60!) hallartímar um vikuna at taka sær av teimum 34 liðunum, ið aftur í ár eru at finna sjey ymsa staðni í býnum. Tað er neyvan neyðugt at siga, at hetta er einki stuttligt, so tað lata vit fara, men ein tøkk fer upp eftir á hvørjum ári, tá tað hevur eydnast at fáa leiðarar og innivist til øll liðini. Tað er jú klassiska søgan um Ágrýtnu Ásu, ið sjálv ger fimleik, men eisini er leiðari niðri í Nonnuskúlanum frá kl. 4-5, og skal møta í Eysturskúlanum kl. 5, tí har íðkar SK-liðið og Gud náði ta, ið kemur ov seint! Tíbetur fær hon pápa sín at fara fyrr frá arbeiði (?) hvønn hósdag, so hann kann koyra hana, tí hon tímir heldur ikki so væl at fara valsandi um allan býin við eini gjørð! Men fyrst og fremst verður hon ikki alt ov sein, og hon forklárar støðuna fyri leiðaranum, sum sigur, tað er OK, um hon skundar sær hvørja(!) ferð, - hon skilur alt ov væl støðuna, tí einaferð var hon í júst somu støðu. Ja, sosiali arvurin í Ljósinum er eisini eitt sindur av eini byrðu ......
Komandi ár
Umframt kappingarfimleikin fyri rútmu- og amboðslið og vanliga fimleikin, ið endar við árligari framsýning 5. mars, er Fimleikafagnaðurin aftur á skránni, og verður hann í Norðurlandahúsinum í nov. Evnið hesaferð er »bíbliusøgur«, og spennandi verður at síggja, hvussu ymsu feløgini loysa uppgávuna úr lagdi, - ivaleyst fer nógv fjølbroytt og dygdargott at spyrjast burtur úr hesum stóra evni.
Fyri kappingarliðini verður komandi ár eisini eitt sindur spennandi, tí Ljósið hevur í samstarvi við HF leigað seg inn í høli hjá Kaj Andreassen í royndini at bøta um venjingarumstøðurnar. Við hesum fæst fyrst og fremst møguleiki at venja á røttum fimleikagólvi, umframt at amboðini standa óforfjónað frammi til tess at stimbra hugin og fatanina av kappingarumhvørvi. Tað er Oyggjaleika ár, og tá plagar eisini at verða vant miðvísari og vónar felagið eisini onkursvegna at njóta gott av hesum. Á rútmusíðuni er tað árliga stórkappingin, sum felagið setur sínar stóru vónir til, og er málið at klára tað minst líka gott sum í fjør. Umboð fyri felagið hava fyrr í summar saman við øðrum góðum fimleikafólki verið í Bulgaria til HM í estetiskum fimleiki. Hetta var íblástrarferð burturav, tí tann tradisjonelli fimleikurin, vit kenna frá Danmørk, hevur ligið sjóvarfallið av sær, og aðrir impulsir seta dagsskránna. Kanska verður hetta at síggja til komandi SK, - og enn stuttligari um tað eisini sást vet av hesum nýggja ráki á almennu liðunum í vetur. Livst so spyrst, - og vit gleða okkum til komandi fimleikaár!