Nú fer løgtingið at viðgera fiskivinnuna

Í dag fáa uppskotini um nýskipan av fiskivinnuni fyrstu viðgerð í løgtinginum

Klokkan 10 í morgun verður løgtingið sett, og tvey mál standa á skránni fyri fundin í dag.

Fyrra málið er uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni, sum landsstýrið hevur lagt fyri løgtingið. Seinna málið er uppskotið hjá Sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan. Málini verða viðgjørd hvør sær.

Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag verða málini beind í Vinnunevndina, sum frammanundan hevur fingið uppskot hjá Fólkaflokkinum um nýskipan av fiskvinnuni.

Samstundis sum løgtingið nú fer undir viðgerðina av fiskivinnunýskipanini verður skipað fyri mótmælistiltaki í Klubbagarðinum, sum er næsti granni hjá løgtinginum.