Í næstan 20 ár hevur iTunes verið ein av best dámdu og mest brúktu tónleikatænastum yvirhøvur. Men nú ætlar Apple eftir øllum at døma at vinka farvæl til eyðkenda tónleikaplatformin, sum so nógv hava brúkt og eru vaksin upp við. Tað skrivar miðilin Bloomberg.
Hetta verður harvið endin av einum tíðarmóti.
Men tað verður eisini byrjanin til eitt nýtt tíðarmót, tí avgerðin til avtøkuna av iTunes er partur av einari størri framtíðarstrategi hjá amerikanska tøknirisanum.
Apple er til reiðar við nøkrum nýggjum appum, sum skulu koma í staðin fyri iTunes. Tær skulu fevna um tónleik, film og poddvarp, og hesin avloysarin hjá iTunes verður almannakunngjørdur til ráðstevnu mánadagin, sambært Bloomberg.
##med2##












