Nú fer Erla Kongsdóttir aftur í sigling

Nólsoyingar fáa nú Erlu Kongsdóttir aftur

Nú fer Erla Kongsdóttir aftur í sigling ímillum Havnina og Nólsoynna. Tað verður um morgunin nýggársaftan, at Erla Kongsdóttir fer aftur í fasta rutusigling og tá fer hon aftur undir siglingina ímillum Havnina og Nólsoy. Hon fer at sigla eftir ferðaætlanini hjá Jósupi, sum nú røkir rutuna.

Erla Kongsdóttir mátti brádliga takast úr siglingini upp á Nólsoyar um hálvan desember, tá ið tveir rútar brotnaðu.

Síðani hevur hon verið í dokk á Mest á Skála, og har eru tríggir av teimum stóru rútunum í salongini til ferðafólk, skiftir og hinir eru klæddir við tilfarið, sum ger, at teir tola munandi meiri av.

Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at Erla Kongsdóttir fer úr dokkini á Skála, í morgin, og dagurin skal so brúkast til at gera ymsar royndir.

Hesa tíðina, Erla Kongsdóttir hevur verið á beding, eru nýggir ferjuskráar gjørdar til hana í Nólsoy og á Bursatanga í Havn og í morgin skulu teir roynast fyri at vita, hvussu teir rigga. Men riggar teir eftir ætlan, fer Erla Kongsdóttir at brúka teir.