Nú fer eisini Starvsmannafelagið í verkfall

Ein stórur partur av samfelagnum verður lagdur lamin týsdagin

Nú boðar eisini Starvsmannafelagið frá, at tey fara í samhugaverkfall viðsjúkrarøktarfrøðingunum. Í dag hevur Starvsmannafelagið nevniliga sent Fíggjarmálaráðnum eitt skriv í dag, har tey boða frá, at tey fara í samhugaverkfall týsdagin. Verkfallið er eitt samdøgur, frá klokkan sjey týsmorgunin til klokkan sjey mikumorgunin.

Samhugaverkfallið umfatar limirnir í Starvsmannafelagnum, sum eru umfataðir av sáttmálanum ímillum Starvsmannafelagið og Fìggjarmálaráðið – eisini teir limirnir, sum arbeiða hjá Løgtingsins Umboðsmanni, í Løgtinginum og hjá landsgrannskoðaranum.

Men tað eru nøkur, sum ikki fara í verkfall, og tað eru tey, sum sigla við Strandferðsluni, umframt vaktsentralarnir á sjúkrahúsinum og bráðneyðugar ferðir við sjúkrabili. Kringvarpið og koronatoymið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, fara heldur ikki í verkfall.

Sosatt harðar trýstið á Fíggjarmálaráðið alsamt, tí Pedagogfelagið hevur longu boðað frá, at fleiri av teirra limum fara í samhugaverkfall í 12 tímar mánadagin. Tað umfatar pedagogar, sum eru knýttir at serstovum í fólkaskúlanum, námsfrøðiligir stuðlar og hjálparfólk, sum eru stuðlar í fólkaskúlanum.