Búskaparfrøðingar hjá Danske Bank høvdu væntað, at talið á arbeiðsleysum dønum fór upp um 140.000, áðrenn tá tað fór at minka aftur. Men í einari nýggjari meting siga teir, at talið fer neyvan upp um 115.000, sum tað er nú.
Metingin hjá Danske Bank er munandi bjartari enn metingarnar hjá Tjóðbankanum og vísmonnunum, sum fyri stuttum søgdu, at 148.000 danir verða arbeiðsleysir næsta ár.
Búskaparfrøðingarnir hjá Danske Bank vísa á, at ta seinastu tíðina hava hagtølini fyri arbeiðsmarknaðin boðað frá bata, og at tað sama sæst aftur í týðandi lyklatølum. Teir viðganga tó, at framburðurin er svikaligur, og at lítið skal til at útseta vendina.