Inni í Havn er rættiligur jóladámur, jólatrø og jólaketur lýsa, og ljós er í øllum gluggum. Hetta vikuskiftið verða ljósini tendrað í allari kommununi.
Jólatræið í Kirkjubø verður tendrað í kvøld, og í morgin, leygardagin 5. desember, verða trøini tendrað soleiðis:
Í Kaldbak verður træið tendrað kl. 15.30, tað verða Bjarni Bæk, dómpróstur, og Halla Samuelsen, býráðslimur, sum tendra træið, og GHM spælir. Ætlanin er at jólamaðurin eisini vitjar bygdina.
Næsta træið, ið verður tendrað, er tað á Velbastað. Har verður skipað fyri jólahugna í skúlanum, og beint áðrenn tað, kl. 16, verður træið tendrað. Havnar Hornorkestur spælir, og Kjartan Mørkøre, prestur, og Levi Mørk, býráðslimur, tala. - Jólamaðurin heldur, at hann man fáa fart við brandbilinum aftur í ár, so hann klárar at verða við til jólahugnan í skúlanum, skrivar Kunningarstovan í Havn.
Træið á Argjum verður tendrað kl. 17 , GHM spælir, Bergur Joensen, prestur, og Maria Hammer Olsen, býráðslimur, tala. 8a í Argja skúla skipar fyri tiltaki í sambandi við, at træið verður tendrað.
Á Hvítanesi kl. 18 er løtan, tá træið verður tendrað. Havnar Hornorkestur spælir, Sverri Steinhólm, prestur, og Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, tala. Jólamaðurin man eisini leita sær oman á Hvítanes.
Seinasta træið, sum verður tendrað leygardagin, er tað í Norðradali, sum verður tendrað kl. 18.30. Bergur Joensen, prestur, og Jógvan Arge, býráðslimur tala, og eins og undanfarin ár spælir GHM.
Allastaðni hava bygdafólk bakað og gjørt kaffi, so jólagestir og tónleikarar kunnu hugna sær og fáa okkurt heitt, tá trøini eru tendrað.
Sunnudagin 6. desember verða tey seinastu trøini tendrað:
Jólatræið úti í Hesti verður tendrað kl. 16. Ebbe Rasmussen talar, hugnaløta verður aftaná, og jólamaðurin vitjar.
Í Nólsoy verður jólatræið tendrað kl. 17.00. Havnar Hornorkestur spælir, Sverri Steinhólm, pestur, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur, tala. Jólamenn búgva eisini í Nólsoy, so tað er heilt víst, at onkur teirra kemur oman í bygdina at síggja træið og kanska fáa sær ein drekkamunn saman við bygdafólkinum.
Kl. 17.00 verður jólatræið í Hoyvík tendrað. Í ár er tað GHM, ið spælir. Heri Joensen, prestur, og Jákup Símun Simonsen, býráðslimur, tala. Aftan á er kirkjukaffi og og eisini her kemur jólamaðurin á vitjan.
Í Kollafirði verður stórt adventstiltak í ítróttarhøllini kl. 16.00, við barnakóri og skótum, og Siri Davidsen lesur søgu. Kl. 18.00 tendrar Vagnur Johannesen, býráðslimur, jólatræið í Kollafirði.