Nú fellur avgerðin um Motzfeldt

Í dag fæst kanska at vita, um Jonathan Motzfeldt verður ákærdur fyri kynsligan ágang

Tað var í august í fjør, at ein kvinna, sum arbeiðir í umsitingini hjá Landstinginum, meldaði táverandi tingformannin til løgregluna fyri kynsligan ágang. Í seinastuni hevur ferðaliðið hjá ríkisløgregluni kannað málið, og grønlendska blaðið AG sigur frá Steen Silberg Thomsen, løgreglustjóra í Nuuk, at um nakrar dagar verður avgjørt, um ákæra verður reist ella ikki.

 

-Tað kann henda í dag ella í seinasta lagi mánadagin, sigur løgreglustjórin við AG.

 

Upprunaliga legði løgreglan í Nuuk málið til viks. Kvinnan kærdi avgerðina, og ríkisadvokaturin gjørdi av at taka málið uppaftur.

 

Jonathan Motzfeldt hevur alla tíðina noktað seg sekan, men hann gjørdi kortini av at siga starvið sum tingformaður frá sær.