– Í roynd og veru er tað nú, at tað skitna arbeiðið byrjar.
Tað heldur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta fiskivinnulógina, men tað eru nakrir løgtingslimir í samgonguni, sum ikki eru heilt samdir við uppskotið.
Í morgin fer Vinnunevndin hjá Løgtinginum so at viðgera uppskotið, og tá ið løgtingið umrøddi málið hendan dagin, segði Johan Dahl, at í roynd og veru er tað nú, at tað skitna arbeiði byrjar.
Johan Dahl er eisini næstformaður í Vinnunevndini, og tá ið Løgtingið umrøddi uppskotið, vísti hann nevniliga á, at tað eru ymisk viðurskifti í nýggju lógini, sum samgongan ikki er samd um og tí verður neyðugt við tillagingum.
Men hann heldur, at landsstýrið hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, hóast samgongan ikki hevur fingið semju um ymsar partar, og tað er fyri at tað kundi koma í gildi tann 1. januar.
Sostatt er uppskotið ikki heilt liðugt, og hann vísti á, at fleiri ferðir, ímeðan fiskivinnulógin varð til viðgerar í samgonguni, og ivamál tóku seg upp, fingu tey at vita, at »hatta orna tey í Vinnunevndini«
Eitt, sum tinglimir í samgonguni halda er skeivt, er, at samgongan einsamøll fer at trumfar eina nýggja fiskivinnulóg ígjøgnum Løgtingið.
Teir halda ikki, at tað sampakkar við endamálið hjá samgonguni um at leggja tryggar karmar fyri fiskivinnuna, tí so er vandi fyri, at lógin verður broytt aftur, beinanvegin.
Tí halda teir, at alt eigur at vera gjørt fyri at fáa minst annan av teimum stóru andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkinum ella Tjóðveldi, at taka undir við uppskotinum eisini.
Jaspur Langaard, tinglimur fyri Sambandsflokkin heldur, at eru nøkur sum helst útlit fyri tí, eigur samgongan at brúka ta tíð, sum er neyðug, fyri at finna eina semju við andstøðuna - eisini hóast tað merkir, at vit koma at bíða í nakrar mánaðir, soleiðis at lógin ikki kemur í gildi tann 1. januar, sum ætlað.
– Vit eiga ikki at læsa okkum føst í uppskotið, sum nú fyriliggur, men vit eiga at vera opin fyri at fáa minst annan tann stóra andstøðuflokkin við, fyri at fáa eina trygga skipan, sigur hann.
– Tað hevur størri týdning, heldur enn at skunda uppskotið ígjøgnum, heldur hann.
Johan Dahl sigur, at fyri hann hevur tað stóran týdning, at greiða fæst á, hvussu trygt kann fáast við, at eisini onnur enn teir núverandi reiðararnir eisini fáa ein møguleika at koma upp í fiskivinnuna.
Hann sigur, at avtala má eisini fáast um, hvat skal gerast við nýggj fiskirættindi, vit fáa, og við tað, sum nú eitur menningarkvotur.
Hann sigur eisini, at semja má fáast um, reglarnar um anti-trust, tað er, hvussu stóran part av fiskirættindunum, hvør einstakur reiðari kann hava ræði á.
Hann heldur eisini, at tað er serstakliga avgerandi, at samgongan ger eina skattalóg fyri fiskivinnuna, sum kann samtykkjast samstundis sum sjálv fiskivinnulógin verður samtykt.
– Tað eru viðurskifti í hesi lógini, sum semja ikki er um.
Men Johan Dahl heldur eisini, at samgongan eigur at gera alt, hon kann, fyri at fáa andstøðuna at taka undir við lógini.
Hann heldur nevniliga, at tað hevur avgerandi týdning, at vit gera okkum greitt, hvussu fiskivinnan skal skattast - og tað skal gerast samstundis sum at fiskivinnilógin verður samtykt.
Hesin partinum er partamaður hansara, Erhard Joensen, samdur í. Hann heldur ikki, at vit kunnu tosa um tryggar karmar uttan so, at vinnan eisini veit, hvussu hon skal skattast, tí nettupp skattur er ein tann størsti útreiðsluposturin hjá vinnuni.
Erhard Joensen vil eisini hava eitt boð upp á, hvussu onnur, enn núverandi reiðarar sleppa upp í part, og hvussu vit tryggja, at nýmenning er í fiskivinnuni, og at menningarkvoturnar vera varðveittar.