Nú fara trolarar í Runavík eisini at fiska burturkast

Teir vænta at fáa upp í ein stóran sekk á hvørjum túri

– Hetta er eitt stak gott tiltak.

Tað staðfestir Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík.

Býráðið í Runavík hevur nú gjørt avtalu við útgerðarfelagið, Faroe Origin, um at tveir av trolarunum hjá felagnum nú eisini skulu fiska burturkast, afturat tí vanliga fiskiskapinum.

Í seinastuni hevur hugtakið, Ruskveiða, vundið upp á seg og í kommunalum høpi er tað kommunali umhvørvisfelagsskapurin Kommunernes Internationale Miljø Organisation, ella KIMO, sum samskipar ruskveiðina í fleiri londum kring okkum.

Í Føroyum er tað kommunufelagið, sum umboðar KIMO.

Og nú hevur Runavíkar býráð eisini tikið táttin upp, og í hesum sambandi er eitt samstarv skipað ímillum Kommunufelagið, Faroe Origin, Runavíkar Havn, IRF og Kongshavnar havnarstýri.

 Og Tórbjørn Jacobsen sigur, at úrslitið av tí samstarvinum er, at nú fara tveir av trolarunum hjá Faroe Origin at taka alt burturkast við sær, sum tey fáa í trolini.

 – Tað er vanligt, at trolarar fáa rættiliga fitt av burturkasti í trolið, men nú er avtalað, at hesi báðir trolararnir skulu føra alt við til lands, sigur borgarstjórin í Runavík.

Til endamálið fáa hesir báðir trolararnar nú stórar sekkir, sum taka kanska eitt tons, og manningin skal so koyra alt rusk, og burturkast, tey fáa í trolið, í hesar sekkirnar, og føra tað til lands.

Hvussu nógv teir fara at fáa av ruski, er ilt at meta um, men liggur so nógv burturkast og rekist í sjónum, at tað kann skjótt verða upp í ein stóran sekk av teimum, sum taka eitt tons, ella so.

– Einasta arbeiðið, manningin hevur, er at tveita burturkastið í sekkirnar. Tá trolarin kemur inn at avreiða, verður ruskið hivað í land, og so átekur kommunan sær at skilja burturkasti eftir forskriftunum frá IRF. Tá ið burturkastið er skilt, kemur IRF eftir tí og førir tað burtur fyri einki.

– Hetta er eitt frálíkt tiltak, og tað einasta, kommunan skal gera, er at seta arbeiðsorku av til at skilja burturkastið, sigur Tórbjørn Jaobnsen.

– Men eg haldi, at kommunustýrislimirnir tóku so mikið væl undir við hesum, at tað hevði verið sett í verk, hóast tað hevði kostað kommununi meiri, sigur borgarstjórin.