Nú fara tey ungu til Dals at dansa

Tað er ókeypis, men tey ætla eisini at vara seg fyri koronu

Vikuskiftið 2. til 4. oktober 2020 verður skipað fyri tiltaki í Dali, har ung ímillum 12 til 30 ár hittast at dansa føroyskan dans. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring, Ung í Dansi, ið skipar fyri tiltakinum, sum hevur verið í fleiri ár.

Á skránni er nógvur dansur, spøli og hugna og onkur kemur eisini á gátt at siga frá onkrum í sambandi við føroyskan dans.

Tey siga, at tiltakið er rúsfrítt, men tað er eisini ókeypis. Men tey siga eisini, at tiltakið er treytað av, at tamarhald er koronu í Føroyum

Ung, ið hava verið uttanlands seinastu tvær vikurnar undan tiltakinum, eiga ikki at vera við og tað eiga ung, sum hava sjúkueyðkenni av ymsum slagi, heldur ikki.