Nú kvøldini myrknað er tíðin komin, tá dansifeløgini koma í gongd aftur. Sær er siður á landi at nýta longu vetrarkvøldini í føroyskum dansi og í fleiri bygdum hava dansifeløgini stóran týdning fyri samanhaldið í bygdini.
Í Kvívík gera tey eitt sindur meiri burtur úr og skipa tey fyri almennum føroyskum dansi í Frøishøllini í Kvívík leygarkvøldið. Tað er Norðstreymoyar Dansifelag, sum skipar fyri.










