Nú fara stjørnurnar aftur at kappast

Fríggjakvøldið byrjaði sangkappingina Stjørna í eitt kvøld fyri seinastu ferð. Hesaferð verða tað tey kendastu fólkini frá undanfarnu kappingunum, sum skulu royna at gera tann endaligi vinnarin

Fríggjakvøldið eftir evstamark her á blaðnum var fyrsta innleiðandi umfarið í kappingini Stjørna í eitt kvøld.
Hetta er ein kapping, sum Danmarks Radio hevur havt í nøkur ár, og sum hevur verið gott og væl umtókt sjónvarpsundirhald hjá dønum. Føroyingar hava eisini fylgt við í kappingini ? serliga tá ið Guðrun Sólja Jacobsen vann á sinni.
Nú hevur DR gjørt eina seinastu útgávu av sangkappingini, og hesaferð verða tað tey kendastu fólkini frá undanfarnu kappingum, sum skulu bresta saman í eini endaligari kapping, har tann stóri og einasti vinnarin skal kjósast.
Ein av luttakarunum í kappingini er Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri, og hon telist millum tey allarkendastu nøvnini og andlitini í kappingini.
Hálvføroysku Gunnar Mikkelsen varð eisini boðin at verða við, men hann vildi ikki luttaka, tí hann ikki kundi syngja ein av sínum egnu sangum.

Átta kappingar
Tað verða átta kappingar og sendingar, áðrenn vinnarin í kappingini kann finnast.
Fyrsta innleiðandi kappingin var fríggjakvøldið, og síðani koma fyra innleiðandi kappingar afturat.
Guðrun Sólja Jacobsen var ikki við í tí fyrsta umfarinum, men millum annað Jakob Andersen, sum hon hevur sungið nógv saman við, skuldi verða við.
Eftir tær fimm innleiðandi kappingarnar, verða tvær hálvfinalur, sum skulu finna teir seinastu og drúgvastu luttakararnar í kappingini. Og finalan verður send beinleiðis úr Messusentrinum í Herning.
Áður hevur kappingin verið hildin í Keypmannahavn, men hesaferð verða allar tær innleiðandi kappingarnar í einum DR-studio í Århus.
Umframt heiðurin fær vinnarin av hesi kappingini eisini 100.000 krónur við sær heim. Atkvøtt verður sum áður við sms-boðum og telefon.
Sjónvarp Føroya fer at senda kappingina beinleiðis saman við DR.