Nú fara pedagogarnir á Vaglið

Mótmælistiltak byrjar klokkan 15.30

Klokkan 15.30 verða pedagogarnir at síggja til mótmælistiltak á Vaglinum. Tað eru í dag fýra vikur síðani verkbannið byrjaði og í hesum sambandi skipar Pedagogfelagið fyri einum mótmælistiltakið.

 

 

- Limirnir ynskja at savnast og vísa sína ónøgd við tann vantandi politiska viljan sum er at loysa verandi sáttmálatrætu, sigur Elin N. W. Tausen, næstforkvinna í Føroya Pedagogfelag.

 

 

- Tað er ein politiskur vilji sum má til fyri at kunna lyfta ein bólk sum okkara upp har á tað støðið, har vit hoyra heima, sigur hon.

 

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin at koma og vísa sín stuðul til Føroya Pedagogfelag, sigur hon. Meira um mótmælistiltakið á in.fo seinni.