Eftir ólavsøku eru tað mong, sum hava latið seg kanna fyri koronu á teimum trimum sjúkrahúsunum, og væntandi er, at talið fer at økjast enn meira komandi dagarnar.
Og Landssjúkrahúsð boðar beint nú frá, at fleiri tiltøk verða sett í verk alt fyri eitt fyri at basa smittuni, nú hon hevur tikið seg upp aftur.
Í hesum sambandi hava sjúkrahúsini, kommunulæknarnir og Heilsutrygd broytt mannagongdir og findið fleiri fólk til arbeiðis, soleiðis at tey, ið hava illgruna um smittu, verða kannað skjótast til ber.
Til dømis verður talið á teimum, sum kanna fólk fyri korona á Landssjúkrahúsinum, og tvífaldað, og frá í kvøld eru eisini fleiri starvsfólk til arbeiðis í læknavaktini.
Kommunulæknaskipanin og Heilsutrygd hava gjørt av at lata serstøku koronavaktina upp aftur á telefon 1870, og hon letur klokkan átta í morgin ári tann 5. august. Hendan telefonin verður fyribils opin frá klokkan átta á morgni til klokkan átta um kvøldið hvønn dag í vikuni, og tað skal tryggja, at fólk altíð fáa fatur á einum, sum kann ávísa til koronukanning.
Mannagongdin er annars enn hin sama, sum hon hevur verið. Hevur tú sjúkueyðkenni, ella er illgruni um at tú hevur koronu, skalt tú seta teg í samband við kommunulæknan, sum síðani sendur teg til koronukanning á sjúkrahúsinum.
Fært tú ikki fatur á tínum egna lækna, ber til at ringja til serstøku koronuvaktina á telefonnummarið 1870. Tað ber IKKI til at verða kannað fyri koronu uttan at hava ávísing frá lækna. Kanningarnar fara fram á Landssjúkrahúsinum gerandisdagar ímillum klokkan 9 og 12, á Klaksvíkar sjúkrahúsi gerandisdagar ímillum klokkan 10 og 11 og Suðuroyar sjúkrahúsi mánadag, mikudag og fríggjadag ímillum klokkan12 og 13.
Og tey kanna fólk so leingi bíðirøðir eru.
Tey siga eisini, at tað er av stórum týdningi at fólk ringja og ikki møta upp hjá lækna, tá ið tey hava illgrun um, at tey eru smittað. Fólk eiga eisini at halda seg heima, meðan bíðað verður eftir kanningarúrslitinum.