Nú fær Tórshavnar Kommuna høvi at rætta feilin – og at halda gjørdar avtalur við listafólk.

Skúlin á Fløtum og listprýðingin

Í kvøld fara vit á Býráðsfundinum at viðgera spurningin um handfaringina av málinum um listprýðingina av Skúlanum á Fløtum, og uppsøgnina av Hansinu Iversen, sum var ein av trimum vinnarum av kappingini sum varð útskrivað um at listprýða skúlan. 16 uppskot komu inn, og 3 vinnarar vóru funnir.

Vit hava lagt uppskot fyri Býráðið um at broyta ta avgerð, at siga tann eina vinnaran Hansinu Iversen upp,  og at semjast um at finna ta fígging, sum er neyðug til tess at triði vinnarin av kappingini eisini kann fara til verka.

ListGrafo

Somuleiðis fær Býráðið høvi til at atkvøða um málið um innivist til listafólkabólkin ListGrafo, sum hevur verið heimleysur í mong ár, hóast tað, at høli eru innrættað til júst teirra  endamál í gomlu evningsstovuni í Finsen (fyrr kommunuskúlanum). Eisini her mæla vit til, at Býráðið heldur gjørdar avtalur við listafólk.

At lívbjarga sær sum listafólk í Havn og í Føroyum er ein kunstur í sjálvum sær, tað er tí harmiligt, tá ið enn fleiri fótonglar verða lagdir enn neyðugt.

Eg vóni vit finna semju um hesi bæði mál í kvøld. Og eg vóni somuleiðis, at vit í framtíðini megna at skipa virðiligar  karmar hjá listafólki at virka innanfyri.

 

Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráði.