Nú fær Strandferðslan eitt spildurnýtt skip

Skipið siglur 20 míl og tekur 120 ferðafólk og tríggjar bilar

Um eitt ár fer Strandferðslan eitt spildurnýtt skip í flotan. Tað hevur landsstýrið samtykt og í næstum verður uppskot lagt fyri Løgtingið um tað.

 

Skipið er ein tríkilja úr herðaðum glasfipuri, ið tekur 120 ferðafólk og tríggjar persónbilar ella ein stóran bil, umframt farm og olju. Um veturin tekur báturin 97 fólk og tað er lagt upp fyri ferðafólki rørslutarni.

 

Landssýrið sigur, at skipið sigur 20 míl við ferðafólki og 28 míl, tá ið onki folk er við. Báturin hevur góðar manøvrueginleikar og bóvskrúvur. Brennievnisskipanin er hybrid, tvs, at tað gongur bæði við olju og við battarí, og tað kann sigla í tveir tímar upp á battarí.

 

Hesi seinastu mongu árini hevur Strandferðslan víst á, hvussu trupult tað er, at tey ikki hava havt ein eykaskip, tí flotin er allatíðina ein bát ov lítil, og tørvurin á einum eykabáti er alstórur. 

 

Nýggi eykabáturin fer at kunna røkja allar farleiðirnar hjá Strandferðsluni uttan Suðuroyarleiðina, og somuleiðis fer at bera til at leggja dokkingar nógv betri til rættin enn nú 

 

– Báturin kann avloysa á Nólsoyarleiðini, tá Ternan skal brúkast á Sandoyarleiðini. Eisini kann báturin avloysa á Kalsoyarleiðini, tá ið boð eru eftir Sam til farmaflutning. Men í  eini neyðstøðu kann eykabáturin eisini sigla ímillum Suðuroy og Sandoy ella Vágar. Hann kann flyta 100 fólk ímillum Hvalba og Sand upp á 20 minuttir. Til Miðvágs er siglitíðin ein tími.

 

– Eykabáturin er boðin út, og fleiri føroyskir veitarar bjóðaðu upp á bátin, harav tann eini umboðaði eina norska skipasmiðju. Arbeitt varð víðari við tveimum veitarum, sum kláraðu at liva upp til ynskini um bátasniðið, sigur Landsstýrið.

 

Valið fall á norsku skipasmiðjuna GS Marine Produksjon, GSMP, sum hevur ment og bygt skjóttgangandi bátar síðani 1993. GSMP er nógv umbiðin skipasmiðja, byggir nógvar bátar. Frá tí at farið verður undir at byggja nýggja bátin til Strandferðsluna, til hann er sigliklárur í Føroyum, ganga 10-12 mánaðar.

 

Byggiútreiðslurnar verða mettar til 34 milliónir krónur og nú fer landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at játta peningin.