Tað er nú langt síðani, at Strandfaraskipið, Smyril, skuldi eitast at fáa internet. Men síðani eru tað ikki so fá, sum ilskast inn á internetið, tí tað hevur verið at kalla óbrúkiligt.
Tað virkar bara -so dánt- onkrar lítlar løtur á ferðini ímillum Havnina og Suðuroyar, so tey flestu hava bara givin skarvin yvir, og eru givin at royna at fáa samband.
Men nú í eina tíð hevur verið arbeitt við at bøta um støðuna. Eitt nú skuldi Føroya Tele seta mastrar upp, sum fekk signalið at røkka longur.
Tað arbeiðið er nú komið undir land, sigur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
Í hesum sambandi hevur Føroya Tele sett mastur og útgerð upp á Skálhøvda, og í hesum døgum eru teknikarar umborð á Smyrli og draga káplar, og seta antennur upp, so Smyril fær fatur á antennuni, og so at internetið eisini røkkur um alt skipið.
Og týsdagin 1. november skal vera klárt at seta til, sigur rakstrarleiðarin. Og tá verður 4G samband, ella internet í heimsflokki, sum Føroya Tele sigur, til taks allastaðni á Smyrli.
Samstundis sum at internetið verður sett til, fer eisini at bera til hjá ferðafólkum við Smyril at síggja Viknet við at fara inn á media.viknet.fo. Einasta krav er, at ferðafólk hava farteldu, teldil, ella eina snildtelefon við sær.
Við Viknet ber til hjá ferðafólk at síggja at síggja sendingar hjá Kringvarpinum, bæði nýggjar og eldri.
- Hetta er fyri at avlasta internetið, sigur Jóan Petur Abrahamsen.










