Nú fær Liverpool sín mann

Premier League: Bayern Munchen váttar at Thiago er á veg til Liverpool

Í alt summar hevur Liverpool verið sett í samband við Thiago Alcantara hjá Bayern Munchen. Í gjár skrivaðu fleiri tíðindafólk á Twitter, at skiftið nú verður gjøgnumført ein av komandi døgunum.

Í dag hevur Karl-Heinz Rummenigge, formaður í Bayern Munchen, váttað at spanski miðvallarin, ið vann The Treble við týska felagnum í ár, er á veg til Liverpool. Prísurin sigst liggja um 225 milliónir krónur.

- Eg kann vátta, at Bayern er komið ásamt við Liverpool. Tað er stóra ynski hjá Thiago at royna nakað nýtt, áðrenn yrkisleiðin kemur at enda, sigur Karl-Heinz Rummenigge við The Bild.

Thiago Alcantara er 29 ára gamal og uppvaksin í FC Barcelona, men tað er í Bayern Munchen at hann hevur veruliga víst seg fram. Bayern vann í ár týska meistaraheitið, týsku steypakappingina og Champions League.

Hann hevur bara eitt ár eftir av sáttmálanum. Liverpool hevur higartil bara keypt vinstra bakkin, Kostas Tsimikas, frá Olympiakos úr Grikkalandi. Tað hevur eisini ljóðað, at Liverpool er í holt við at selja hollendska miðvallarin, Georginio Wijnaldum, til FC Barcelona. Hann hevur somuleiðis bara eitt ár eftir av sáttmálanum.

##med2##

Premier League byrjaði farna vikuskiftið. Tá vann Liverpool 4-3 á Leeds. Komandi umfar verður um vikuskiftið.