Nú fær klaksvíkstónleikur venjingarhølir

Í morgin leygardagin verður móttøka í Dávavirkinum, ið er nýggja tónleikahúsið í Klaksvík. Kl. 15.00 bjóðar Klaksvíkar kommuna til almenna móttøku í Dávavirkinum.

 

Leingi hevur verið stórur tørvur á at fáa venjingarhølir í Klaksvík. Hetta hevur Klaksvíkar kommuna tikið stig til at loysa, og í morgin eru húsini til reiðar. Dyrnar verða latnar upp fyri 8 nýggjum venjingarhølum og eini konserthøll.