Nú fær kirkjan fullan rætt til at signa samkynd

Tað, sum verður gjørt nú, er beint ímóti tí, sum varð samtykt um samkynd hjúnalag í fjør, siga tinglimir í andstøðuni

 

Nú fær føroyska fólkakirkjan fulla heimild til at vælsignað samkynd hjúnalag.

 

Fleiri politikarar í andstøðuni eru tvíhalda um, at tað verður avleiðingin, fer Løgtingið at samtykkja uppskotið, sum nú er til viðgerar um at broyta hjúnabandslógina.

 

Eftir hjúnabandslógini kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, fáa hjúnalagið signað í eini kirkju. Tað er tað, sum stendur í tí nógv umrødda stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini.

 

Men tá ið Løgtingið samtykti í fjør, at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, var tað ein treyt, at tað er eitt mál, kirkjan ikki skal blandast upp í.

 

Sostatt kann lógin um at samkynd kunnu giftast, ikki setast í gildi fyrrenn hjúnabandslógin er broytt, soleiðis at samkynd hjún ikki kunnu fáa hjúnabandið signað í kirkjuni.

 

Tí er uppskot nú lagt fyri Løgtingið um at broyta hjúnabandslógina soleiðis, at hjún, sum eru borgarliga vígd kunnu lata sóknarprest signa hjúnalagið, um so er at kirkjan hevur eitt ritual til tað.

 

Í hesum sambandi er víst á, at sum nú er, hevur kirkjan eitt ritual í sambandi við at signa hjún ímillum mann og kvinnu, men hon hevur onki ritual  í sambandi við at vælsigna eini samkynd hjún. Og sostatt kunnu samkynd hjún ikki vælsignast í kirkjuni, fyrrenn kirkjan sjálv tekur stig til tað, og eitt ritual verður gjørt til endamálið.

 

Og fleiri tinglimir í andstøðuni vísa á, at hetta er ímóti samtyktini í fjørð um samkynd hjúnalag, tí har varð tað staðfest, at samkynd skuldu ikki fáa rætt til at fáa hjúnalagið samtykt í kirkjuni.

 

Men eftir tí, sum nú fyriliggur, verður tað nettupp ein rættur, tí kirkjan skal bara hava eitt ritual til tað, so kunnu samkynd hjúnalag signast í kirkjuni

 

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sigur, at við sleppa politikarar sær undan at taka ábyrgd av málinum, tí nú verður málið avleverað til kirkjuna.

 

Men hann heldur, at hetta er ikki ein spurningur, kirkjan skal taka støðu til, tí tað er ein politisk ábyrgd.

 

Men verður hetta samtykt, fær kirkjan fulla heimild at signað eini samkynd hjún, bara eitt ritual verður gjørt til tað.

 

Tingmaðurin fyri Miðflokkin sigur, at skal løgtingssamtyktin í fjør um samkynd hjúnalag, fylgjast, skal hjúnabandslógin orðast soleiðis, at bara hjúnalag ímillum mann og kvinnu kann signast í kirkjuni.

 

Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at verður hetta samtykt, verður verjugarðurin um kirkjuna brotin niður, tí nú fær kirkjan rætt til at signað samkynd hjún.

 

– Nú gera vit kirkjuna politiska, tí nú verður tað kirkjan sum stendur við ábyrgdini, hóast hetta er ein ábyrgd, kirkjan ikki vil hava.

 

Hann vísir á, at bæði Prestafelagið, Felagið Fyri Kirkjuráðslimir, og Biskupur, hava boðað frá, at tey eru grundleggjandi eru tey ímóti, at tað verður lóggivið um kirkjuna, uttan at kirkjan er við í lógarsmíðinum.

 

– Tað næsta verður, at samkynd fara til kirkjuna, kanska við mannarættindasáttmálanum í hondini, og krevja at fáa tað samkynda hjúnalagið vælsignað.

 

Eisini Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vísir á, at tá ið Løgtingið samtykti samkynd hjúnalag í fjør, varð tað staðfest, at tað skuldi ikki verða ein rættur hjá teimum at fáa hjúnalagið signað í kirkjuni

 

Men tann rættin fáa tey nú, bara kirkjan hevur eitt ritual til tað, og tí er hetta beint ímóti løgtingssamtyktini í fjør, sigur hann.

 

Hesum eru løgtingslimir í samgonguni grundleggjandi ósamdir í.  Les eisini: Føroyar skulu ikki líkjast einum prestastýri