Nú fær filmurin góðar umstøður í Havn

Tað er gleðiligt, at okkara ungu, dugnaligu og kreativu filmsfólk í Klippfisk umsíðir aftur hava fingið tak út yvir høvdið í høvuðsstaðnum – á gamla Bacalao

 

Tað er hugaligt at síggja, at mentamálanevndin í býráðnum nú mælir til, at dugnaligu, skapandi filmsfólkini fáa góð høli á gamla Bacalao, eftir at hesi listafólk hava livað í óvissuni í alt ov langa tíð.

 

Hóast eg í strembanini eftir at geva filminum góðar hølisumstøður í høvuðsstaðnum havi víst á aðrar loysnir t.d. í Tórsgøtu, so taki eg fult undir við hesi loysnini, so filmsfólkini skjótast gjørligt sleppa aftur til verka í egnum hølum.

 

Filmsvinnan er júst dømi um mentanarligt virksemi, sum høvuðsstaðurin sjálvsagt eigur at stuðla. Filmsvinnan er skapandi og góður møguleiki hjá ungum fólkum at royna seg á einum spennandi mentanarøki í okkara livandi høvuðsstaði, sum áhaldandi eigur at hava trivnað og fjølbroytt virksemi sum sítt fremsta mál.

 

Eg havi í fleiri umførum víst á, at býráðið eigur at bera skjótt at í hesum máli, og eg fari at takka Klippfisk og øllum filmsfólkunum fyri, at tey hava sýnt stórt tol.

 

Bogi Andreasen, býráðslimur

Fólkaflokkurin