Flestu av bretsku miðlunum skriva, at Manchester City í næstum fær keypsbann í eitt ár. Hetta tí felagið hevur keypt ella gjørt avtalur við ov ungar spælarar. Fyri kortum fekk Chelsea ein líknandi dóm.
Tað hevur leingi ljóðað, at FIFA hevur eitt vakið eyga við Manchester City. Felagið hevur brúkt nógvar pengar og til tíðir, hevur tað ikki verið í tráð við reglugerðina hjá FIFA, Financial Fair Play. Í hesum førinum skal tó verða talan um avtalur, ið eru gjørdar við spælarar, sum eru undir 18 ár.
Miðlarnir skriva, at talan verður um eitt bann, ið er galdandi fyri tvey tey komandi flytingarvindeyguni. Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, sigur í dag á tíðindafundi, at felagið er brynjað til eitt slíkt bann.