Í dag hevur føroyska flogfelagið, Atlantsflog, skriva undir sáttmála við verksmiðjuna, Airbus, um at keypa tvey nýggj Air bus A320 neo flogfør. Hetta fór fram á Le Bourget Air Show í París seinnapartin í dag, men eftir sáttmálanum við Airbus, verður keypsprísurin ikki almannakunngjørdur.
Fyrra flogfarið skal vera liðugt seint í 2023, og seinna flogfarið verður latið flogfelagnum fyrra hálvár í 2024.
Samanborið við vanligu Airbusflogførini, eru neo flogførini meira umhvørvisvinarlig. Tey brenna upp til 20 prosent minni, og samstundis larma tey eisini 50 prosent minni.
Neoflogførini hava somuleiðis pláss fyri fleiri ferðafólkum enn tey minstu flogførini í flotanum hjá Atlantsflogi, og sum eru av slagnum Airbus A319 Tey eru nú vorðin ov lítil til vøksturin í ferðafólkatalinum og tí verða størri flogfør nú útvegað.
Atlantsflog sigur, at tey royna støðugt at byggja rutunetið út, og samstundis miðja tey eftir at hava ein nútímans flota av flogførum við nýggjastu tøknini, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog í fráboðanini frá flogfelagnum í dag.
Hann sigur, at hesi bæði nýggju flogførini eru við til at framtíðartryggja Atlantsflog. Nýggju flogførini eru tey mest orkusparandi av sínum slagi, og tey geva størri størri rásarrúm, bæði tí tey kunnu flúgva longri teinar, og tí tey taka fleiri ferðafólk.
Um ein mánað kemur fyrsta neoflogfarið annars í flotan, tað er eitt flogfar, sum verður langtiðarleigað frá amerikanska felag num Air Lease.