Nýføðingur vigaði 270 gram

Tað eydnaðist læknum á einum sjúkrahúsi í Los Angeles í USA at halda lív í einum pinkubarni, sum vigaði 270 gram, tá tað varð føtt. Tann lítla gentan, sum hevur fingið navnið Melinda Star, varð fødd 16 vikur ov tíðliga, og hon er sambært tíðindastovunum ein tann minsti nýføðingurin, sum er sloppin við lívinum.

Melinda Star varð fødd í august, men um alt hevði gingið sum vanligt, skuldi hon verið komin í heimin fyrradagin. Nú er hon so væl fyri, at læknarnir ætla at útskriva hana nýggjársdag.

Støðugt fleiri og fleiri børn yvirliva, hóast tey verða fødd ov tíðliga, og vektarmarkið fer støðugt niðureftir. Í Danmark verður mett, at eitt barn skal viga minst millum 400 og 500 gram fyri at yvirliva.

Umleið sjey prosent av øllum børnum í Danmark verða fødd ov tíðliga, sigur DR.