Nú fáa vit tríggjar hvalvágir afturat

Ein er í Borðoy, ein í Eysturoy og ein verður í Streymoy

 

Nú fáa vit tríggjar hvalvágir afturat tí Føroyum.

 

 

Høgni Hoydal, sum umsitur grindaviðurskifti í landsstýrinum arbeiðir nú við at broyta kunngerðina um grind og í tí sambandi verða trý pláss afturat fyribils góðkend sum halvág. Og gongst sum ætlað, verður kunngerðin lýst í august.

 

 

 

 

Norðoyingar fáa eina hvalvág afturat, tí nú er mølin ímillum Flesjar og Hellisenda á Borðoyarvík fyribils góðkend sum hvalvág.

 

 

 

Í Eysturoy verður sandurin í Skálabotni eisini góðkendur, og somuleiðis kann grind nú eisini haldast til á Lygnnesi í Kollafirði.

 

 

Serliga hava eysturoyingar roynt at fáa Skálabotn góðkenda sum hvalvág, men tað hevur gingið strilti, tí mett varð, at grind, sum var dripin har, var ikki mannaføði, tí spillvatn rann í fjørðin.

 

 

 

Heri Petersen sigur, at tað var 9. august í 2010, at hann sendi Fiskimálaráðnum umsókn um at góðkenna Skálabotn sum hvalvág.

 

 

 

- Hettar er ein gamal barnadreymur hjá mær sum nú sær út til at blíva veruleiki sigur hann í stuttari viðmerking.

 

 

 

Áður vóru 23 hvalvágir kring um í landinum, og tær eru:

 

 

Norðoyar:

a)  Klaksvík, á sandinum niðan fyri Víkarnar.

b)  Viðvík, á sandinum.

c)  Hvannasund.

 

 

Eysturoy:

a)  Fuglafjørður, á sandinum.

b)  Funningsfjørður, inni í ósanum.

c)  Syðrugøta.

d)  Norðragøta, á vestara arminum niðan fyri kirkjugarðin og á sandinum norðanfyri.

e)  Norðskála, í Møðstøðukrókinum ímillum Stórá og Garðsenda og undir kirkjuni

 

 

Streymoy:

a)  Tórshavn, Sandágerð.

b)  Leynar, á sandinum.

c)  Vestmanna, á Fitjasandinum.

d)  Hvalvík, um Oyrarnar nærri Streymneslandinum.

e)  Tjørnuvík, á sandinum

 

 

Vágoy:

a)  Miðvágur, á sandinum.

b)  Bøur, á sandinum.

c)  Sandavágur, á sandinum.

 

 

Sandoy

a)  Sandur, á sandinum.

b)  Húsavík, á sandinum.

 

 

Suðuroy:

a)  Øravík, á sandinum.

b)  Trongisvágur, á sandinum.

c)  Hvalba, Lítlabergssandur, í Nesi, og Hvalbiarsandur

d)  Vágur

e)  Fámjin.

 

 

 

Og nú eru sostatt tríggjar komnar afturat, ein í Borðoy, ein í Eysturoy og ein í Streymoy.