Nú fáa vit at síggja um tað hjálpir

Tað smakkar illa at góðtaka ein sáttmála, sum ikki gevur arbeiðsfólkið nakra lønarhækking, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag

Søgulig semja

? Hetta smakkaði illa. Men nú fáa vit so at síggja, hvat tað hjálpir.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er ikki fegin um sáttmálan, sum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir skrivaðu undir síðstu nátt.
Men hon góðtekur úrslitið, tí hon ásannaði, at tað bar ikki til at vinna longur framá.
?Eg haldi at vit máttu ásanna, at vit høvdu ikki fingið meiri enn tey trý prosentini vit fingu. Hon ivast eisini í um tað hevði hjálpt at sent boð eftir semingsmanninum.
? Tað hevði kanska verið uppaftur verri, heldur hon.
Kortini fegnast hon um, at tað eyndaðist at fáa eitt sindur upp á eftirlønina og lívstryggingina.
Hon sigur, at ábendingarnar, sum samráðingarnevndin hevur fingið frá arbeiðarafeløgunum kring landið vístu eisini týðiliga, at tað var hetta, sum arbeiðsfólk kring landið løgdu størstan dentin á hesuferð.
-? Men nú havavit so góðtikið ein sáttmála, sum ongar beinleiðis lønarhækkingar gevur okkum. Ein orsøk til at vit gjørdu tað, var tí vit ásannaðu, at vinnan er í eini truplari støðu og at arbeiðarafeløgini tí vildi vísa samfelagssinni.
Er tað so áhaldandi ákoyringar um at vísa lønarafturhald fyri ikki at beina fyri kappingarførinum, sum hava ávirka tykkum so nógv, at tit góðtóku onga lønarhækking at fáa?
?Nei tað var tað ikki beinleiðis, men sjálvsagt havavit hugsað um støðuna hjá vinnuni og um at varðveita arbeiðspláss. Men tað er nógv fyri at tað bara er arbeiðarin, ið hevur lægstu lønina, sum altíð skal minnast á at vísa samfelagssinni, tá ið tað rekur ímóti.
Ingeborg Vinther sigur, at við at gera ein sáttmála við ongari lønarhækking, hava arbeiðarafeløgini í øllum førum gjørt sítt.
? So fáa vit at síggja um tað hjálpir nakað og um arbeiðsplássini verða varðveitt og kappingarførið ikki versnar, sigur Ingeborg Vinther.
-Vit hava góðtikið hesa hækkingina, tí vit máttu taka samfelagslig atlit fyri arbeiðsplássum í framleiðsluvinnuni, sigur Ingeborg Vinther
? Men so skal tað eisini standa sína roynd og tí vónar hon, at tað almenna ikki fer at leggja fleiri byrðar á herðarnar á verkafjøldini, sigur hon.

Gingu rættiliga væl
Ingeborg Vinther sigur, at orsøkin til, at samráðingarnar gingu so væl hesuferð,er tann, at ta var ein heilt annar andi yvir samráðingunum hesauferð, enn tey eru von við.
? Samráðingarnar vóu í einum góðum anda og báðir partar areiddu hart fyri at finna eina semju og tað eydnaðist.