Nú fáa vit at síggja hvat ber til

Nýggja uppskotið um Hvalbiartunnil er nógv dýrari enn tær ætlanir, sum hava verið frammi áður og nú veldst um, hvat politisk undirtøka fæst fyri

Nú fáa vit at síggja, hvat ber til og hvat vit fáa politiska undirtøku fyri.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú uppskot er um eina heilt aðra linjuføring fyri Hvalbiartunnilin, enn upprunaliga ætlað.

 

Eftir nýggju linjuførinini, sum vit skrivaðu um í morgun, verður tunnilin góðar 500 metrar longri enn han verður eftir tí seinasta uppskotinum og tað ger hann sjálvandi nógv dýrari.

 

 

Les eisini: Hetta er nógv tann besta loysnin

 

 

Hinvegin sigur Henrik Old, at nú mugu kanningar so vísa, hvat ber til. Hann vísir eisini á, at hann má fáa politiska undirtøku fyri tunlinum.

 

Henrik Old heldur framvegis, at nýggi Hvalbiartunnilin skal gerast soleiðis, at hann verður ein framtíðartryggjað loysn, sum eisini kann brúkast eftir at undirsjóvartunnil er komin til Suðuroyar.

 

Í hesum sambandi verður nýggi Hvalbiartunnilin ein metur víðari enn Viðareiðistunnil, umframt at hann skal lúka aðrar treytir, og tað er ein partur av tí.

 

Hinvegin vísir hann á, at tann seinasta linjuføringin, sum er tann gula linjan á kortinum, er nakað nógv longri úti, enn upprunaliga ætlanin og tað tók undanfarna bygdaráðið í Hvalba undan við.

 

Men nú verður so kannað, hvussu tað nýggja uppskotið, sum er tann gula linjan, ávirkar prísin og so veldst um, hvat politisk undirtøka fæst fyri.

 

Í Tvøroyrar Býráði ásanna bæði Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Alvi Mortensen, formaður í Teknisku nevnd, at hesin tunnilin verður dýrari enn upprunaliga ætlað.

 

Men Kristin Michelsen heldur, so má tað bara vera so, tí tað hevur størstan týdning at linjuføringin er tann besta, og Alvi Mortensen heldur, at tað er betri at brúka pengarnar upp á ta røttu loysnina nú, heldur enn at koma í ta støðu at vera noydd at brúka pengar seinni upp á at koma aftur um aftur, tí at tað ikki varð gjørt ordiligt beinanvegin.

 

 

Á myndini vísir tann reyða strikan, høgrumegin, hvar uppskotið nú er, at tunnilin skal vera, og hann kemur út beint við viðarlundina niðast, høgrumegin í myndini. Tann gula strikan er tann seinasta linjuføringin, har tunnilin kemur út nakað longur inni í dalinum.