Næsta ár fáa útlendingar í Føroyum sín egna prest. Tað er Marjum Lómaklett, prestur í Klaksvík, sum nú verður integratiónsprestur og í hesum sambandi fer hon at gera tænastu ímillum tey, ið eru nýføroyingar, sigur Fólkakirkjan.
Hon byrjar í starvinum 1. februar og tveir teir fyrstu mánaðirnar skal hon brúka til at greina økið og finna fram til, hvussu kirkjan skal skipa hesa tænastuna.
– Tað er umráðandi, at føroyska samfelagið tekur væl ímóti teimum fremmandu, ið seta búgv í Føroyum, og fólkakirkjan hevur sett sær fyri at vera við í hesum arbeiði, sigur Fólkakirkjan.
Tey fremmandu skulu kenna seg vælkomin og verða møtt við heitum hjørtum og aðalmálið hjá integratiónsprestinum er at vera teimum til gangs, bæði andaliga og tímiliga.
Umsorgan og nærvera er ein aldargomul kirkjulig tænasta og ein av uppgávunum hjá integratiónsprestinum verður at hava gudstænastur á enskum.
– Talan er um at byggja brúgv ímillum teir nýggju føroyingarnar, kirkjuna og samfelagið. Harafturat er umráðandi saman við ymsum tiltøkum fyri at varpa ljós á tey mentanarligu virðini, so tey, ið koma til landið, lættari kunnu gerast ein partur av heildini, sigur fólkakirkjan.
Tey siga, at kirkjur, ið hava møguleika til sosiala samveru eftir gudstænastuna, eru væl egnaðar til endamálið.
Hetta merkir, at Øssur Kjølbro, prestur, røkir starvið hjá Marjuni Lómaklett ímeðan honhevur integratión sum sítt virkisøki og tað verður í eitt ár, sigur fólkakirkjan.