Nú fáa sandoyingar sína ítróttarhøll

Nú skal Ítróttarhøll byggjast í Sandoy fyri upp ímóti 27 milliónir krónur

Nú fáa eisini sandoyingar sína ítróttarhøll.

Tað tykist í øllum førum toluliga greitt, nú Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, í gjár hevur lagt uppskot fyri Løgtingi um landið skal byggja ítróttarhøll í Sandoy.

Høllin skal í mesta lagi kosta 27 milliónir krónur og tá ið hon er liðug, verður hon handað Sandoyar Skúlasambandi við teirri treyt mentamálaráðið fær 1. veðrætt í høllini sum rentu og avdráttarfrítt stuðulslán fyri byggikostnaðin, sum skal fella til gjaldingar, verður høllin seld ella ikki longur verður brúkt sum ítróttarhøll.

- Tað hevur verið eitt stórt ynski hjá sandoyingum at fáa ítróttahøll og landsstýrið hevur mett, at tað hevur stóran týdning fyri oynna, fyri trivnaðin í oynni og fyri javnstøðuna millum Sandoynna og onnur øki í landinum, at ein slík høll verður bygd, sigur landsstýriskvinnan.

Hinvegin ger fíggjarliga støðan hjá kommununum í Sandoy, at tær ikki eru førar fyri at lyfta eina slíka verkætlan og tí hevur Løgtingið gjørt av at gera undantak, so at tað í hesum føri er landið, sum letur høllina byggja.

Hinvegin hevur landsstýriskvinnan staðfest at, tað verður greitt, hvussu høllin skal rekast og at Skúlasambandið leggur fíggjarætlan fram, sum vísir, at tað er sannlíkt, at

Skúlasambandið er ført fyri at reka ítróttahøllina.