Nú fáa konufólkini sína egnu sjónvarpsrás

Danska sjónvarpsrásin TV Danmark, ið nógv húski í Føroyum síggja, heldur uppat við at senda 30. apríl. í staðin fer spildur nýggja rásin Kanal 4 í luftina. Hetta er ein rás, ið vendir sær til kvinnur, og sum fer at senda tilfar, ið leggir seg eftir at undirhalda hendan málbólk, skrivar eb.dk í dag.


 
Felagið aftan fyri rásina er SBS, ið frammanundan eigur TV-Danmark, Kanal 5, The Voice TV, Canal + rásirnar og C-More. Umframt útvarpsstøðirnar Radio 2 og The Voice. Stjórin í SBS sigur við Ritzau, at TV Danmark er ein breið rás. ið hevur havt sína tíð. Nú er tørvur á at fylla eitt hol á sjónvarpsmarknaðinum. Nógvar støðir royna at nøkta tørvin hjá monnum, men nú skulu kvinnurnar fáa sína egnu støð, ið byggir á teirra sjónvarps vanar og tørv. Kanal 4 byrjar at senda 1. mai.