Nú fáa børnini at eta

Tann fyrsta útlendska matvøruhjálpin er nú komin til Niger, men tað fer at taka fleiri dagar at fáa hjálpina fram til øll tey svøltandi

Í gjár vóru umboð fyri ein bretskan hjálparfelagsskap í bygdini Bamou við mjøli og ymsum øðrum matvørum, sum vórðu býttar ímillum 180 mammur og børn teirra. Men fleiri mammur noyddust tómhentar heimaftur, tí hjálparfelagsskapurin hevði ikki fingið nóg mikið av mati til øll. Mammurnar mugu ugga seg við, at ein spanskur hjálparfelagsskapur ætlandi kemur við meiri mati til Bamou fyrsta dagin.
Bamou er í landspartinum Tahoua. Myndugleikarnir í Niger siga, at støðan er serliga álvarssom har, men at hungursneyðin eisini er farin at gera um seg í trimum øðrum landspørtum.
ST heldur, at umleið 3,5 milliónir fólk ella meiri enn ein fjórðingur av fólkinum í Niger hava ov lítið til matna. Av teimum eru 800.000 børn. Heimsmatvørustovnurin World Food Program fer at býta umleið 4.000 tons av matvørum út teir næstu dagarnar, og gongst eftir ætlan verða umleið 23.000 tons býtt út teir báðar næstu mánaðar-nar, skrivar Reuters.