– Eitt tað fyrsta, vit eiga at gera, er at broyta lógina, so at børn fáa rætt til bæði sínu foreldur.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, vísir á, at í Føroyum er tað so, at eru foreldrini ikki gift, er tað yvirhøvur mamman, sum einsamøll fær foreldramyndugleikan yvir børnunum, sigur Ruth Vang.
– Men í dag eru støðan tann, at tað verða fleiri børn fødd uttanfyri hjúnalag, ella í hjúnalagi - men fyri tað hava tey bæði eina mammu og ein pápa.
Tí vil hon hava at vita, um ætlanin er at gera nakað á hesum øki. Samstundis staðfestur hon, at grundstøðið undir galdandi lóg, er, at tá ið pápin ikki kann, ella vil, vera til staðar, skal samfelagið taka yvir, sigur hon.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í familjumálum, sigur, at talan er um danskt málsøki, men í hesum døgum verður arbeitt við at yvirtaka hetta málsøkið frá donsku stjórnini.
Uppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið skjótt og málsøkið verður yvirtikið á ólavsøku næsta ár.
Tá ið málsøkið er yvirtikið, kemur eitt stórt arbeiðið at gera føroyskar lógir á økinum.
Sjálv heldur landsstýriskvinnan, at tað fyrsta, vit eiga at gera í hesum sambandi, er broyta reglurnar um foreldramyndugleikan. Men hon sigur, at endamálið við hesum arbeiðnum skal fyrst og fremst vera at tryggja rættin hjá børnunum til bæði foreldrini, heldur enn um rættin hjá foreldrunum til at fáa foreldramyndugleikan.
– Foreldur hava síni rættindi, men tey hava sanniliga sínar skyldur, sigur Sirið Stenberg
Men hon leggur dent á, at vit skulu ikki bara skriva eina danska lóg av, og seta hana í gildi í Føroyum. Tvørtur ímóti skulu vit hyggja at lógunum í hinum norðurlondum, og so taka tað frægasta burtur úr.
Og tað eru bæði Bjørt Samuelsen, Jacob Vestergaard og Kristianna Winther Poulsen, samd í, tí eisini tey halda, at vit skulu taka tað besta úr lógunum í teimum ymsu norðurlondum.
Bjørt Samuelsen vísir á, at danska lógin sum tryggjar foreldrum felags foreldramyndugleika fyri børnunum, er góð -so leingi foreldrini semjast.
– Men tað eru eisini nógv dømi um, at børn koma í klemmu, tá ið foreldur, sum ikki semjast, men brúka tann felags foreldramyndugleikan til at buka hvønn annan í høvdið við, og tvinga børnini til bæði at skifta bæði heim og skúla aðruhvørja viku, og tað er ein marra hjá nógvum børnum í dag.
– Tí skulu vit hava eina lóg, sum tryggjar børnini eina trygga tilveru og sum verjir tey ímóti at verða kastibløka ímilum foreldrini.
Bjarni Hammer, heldur, at hóast málsøkið ikki verður yvirtikið fyrrenn um hálvtannað ár, ber til at fara undir fyrireikingarnar beinanvegin, so at tað verður skjótari at seta broyttu reglurnar í verk.
– Sum støðan er nú, eru tað nógv dømi um at foreldur eru komin í eina keðiliga støðu, tí tey sleppa nóg illa at síggja síni børn, tí hitt foreldrið hevur foreldramyndugleikan.