Nú fáa 8 fólk búpláss

Í morgin verður lykilin til nýggja Eldrasambýlið oman Hoydalar latin Heimarøktini. Har vera 8 búpláss og 2 umlættingarpláss.

Tørvurin at sleppa inn á ellis- og røktarheim og eldrasambýli í høvuðsstaðnum eins og aðra staðni í landinum er ovurhondsstórur, og roknast kann við, at hann veksur ár fyri ár. Roknað verður við, at 25 fólk hava akuttan tørv á búplássi.

Síðani síðsta summar hevur Tórshavnar býráð arbeitt við ætlanini um eldrasambýli í Hoyvík, og í morgin eru húsini klár at taka í nýtslu. Tá handar Leivur Hansen, býráðsformaður, Heimarøktini lykilin til nýggja Eldrasambýlið oman Hoydalar. Har vera pláss fyri 8 búfólkum og tveimum til umlættingar.

Tað var í fjør summar, at Tórshavnar býráð keypti sethúsini oman Hoydalar til eldrasambýli. Nú húsini eru umbygd og innrættað til endamálið kosta tey 2,9 mill. krónur. Meðan býráðið hevur verið í holt við hetta nýggja eldrasambýlið, er lógin á økinum broytt. Áður rindaði landið 85% av kostnaðinum til íløgur. Tórshavnar býráð hevur nú fingið at vita, at tey fáa endurrindað 50.000 krónur fyri hvørt búfólkið ella í mesta lagi 500.000 krónur.

- Eg dugi ikki at siga, um keypið av húsunum hevði fingið undirtøku í býráðnum um vit høvdu vitað, at lógin skuldi broytast. At hon er broytt fer ivaleyst at darva og tarna arbeiðinum at útvega fleiri pláss, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður.


Okkurt má gerast

Spurningurin um eldrarøkt er nær tengdur at spurninginum, hvat fer at henda á kommunuøkinum í framtíðini. Nýggja kommunuálitið leggur upp til, at eldrarøkt eins og barnaansing verður løgd út til kommunurnar at umsita. Meirútreiðslurnar, kommunurnar fáa av tí, verða endurrindaðar á tann hátt, at landið letur meiri í kommunskatti.

- Tað er ein gongd leið. Vit eru í øllum førum greið yvir, at okkurt má henda á økinum, tí tørvurin á plássum er stórur og hann bara veksur, sigur Leivur Hansen.

Ein hædd á Eirargarði er innrættað til senildement, har verður pláss fyri 12 fólkum av bygd og bý. Umframt verður ein hædd afturat á Eirargarði innrættað í næstum, eisini til 12 fólk.

Tórshavnar býráð hevur í langtíðarfíggjarætlan síni sett 1 mill. kr. av til endamálið næsta ár, og 2 mill. kr. av árini fram til ár 2003.

- Um tað er nóg mikið, veit eg ikki. Tað er í øllum førum ein byrjan, sigur Leivur Hansen.