Í løtuni eru tað eini 60 hús, sum hava meldað seg til skipanina hjá SEV, har tey fáa bíligari streym til hitapumpu og elbil.
Tað sigur Danjal Jógvan Hansson, deildarleiðari á innleggingardeildini hjá SEV.
Tað er nú tveir mánaðir síðani, at ein serlig skipan kom í gildi fyri tey, sum hava hitapumpu og elbil, har tey kunnu fáa streym til hesi bæði. Streymurin, sum hitapumpan og elbilurun brúkar, er 50 oyru bíligari enn streymurin er annars.
Sostatt kunnu tey, sum hava elbil og hitapumpu, skjótt spara fleiri túsund krónur, kanska 4.000 - 5.000 krónur um árið.
Fyri at fáa bíligari sreym krevst, at fólk hava ein serligan málara, sum bara er til elbilin og hitapumpu, og deildarleiðarin sigur, at síðani skipanin kom í gildi, hevur SEV sett einar 50 - 60 málarar upp. Men harumframt eru eini 50-60 fólk, sum hava søkt um at koma í skipanina, men har málararnir ikki eru settir upp enn.
Danjal Jógvan Hansson sigur, at hetta er nøkunlunda sum tey á SEV høvdu væntað.
Tað er ein ávís bíðitíð eftir at fáa málara. Eitt er viðgerðartíðin hjá SEV, men í sambandi við at seta ein málara upp skal ein elinnleggjari eisini upp í at gera ymsar innleggingar og teir hava nógv at gera, so eisini har er ein ávís bíðitíð.
Málarin frá SEV er ókeypis, men hann kostar 70 krónur um árið í leigu. Hvussu nógv arbeiðið hjá elinnleggaranum kostar er ymiskt, alt eftir, hvussu nógv er at gera, men eitt tal upp á 2.000 - 4.000 krónur er nevnt.
Men Danjal Jógvan Hansson sigur, at undir øllum umstøðum er avslátturin í streymprísinum so mikið stórur, at tað er heilt skjótt at spara tað aftur.










