Nú eydnaðist tað hjá Hvessingi

Kvinnurnar umborð á Hvessingi hava undanfarnu ferðirnar aftur og aftur víst, at tað kann roknast við teimum í kappingini um fremsta plássið og harvið um FM heitið.

Á Jóansøku í Vági var um reppið, at tað eydnaðist, og í dag eydnaðist tað so rudduliga.

Hvessingur legði bragdliga fyri, og Hvessingur var fremstur allan teinin. Tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin nærri tveimum enn einari bátslongd.

Sølmundur, sum hevði vunnið allar fýra undanfarnu ferðirnar, noyddist rættuliga at stríðast fyri at varðveita næstfremsta plássið, og tað eydnaðist. Men kappingin frá Riddaranum var ógvuliga stór.

 

1 Hvessingur 04:48.23

2 Sølmundur 04:53.00

3 Riddarin 04:54.01

4 Gongurólvur 05:01.14

5 Jarnbardur 05:19.13

 

Støðan

1 Sølmundur 34

2 Hvessingur 31

3 Riddarin 23

4 Gongurólvur 22

5 Jarnbardur 12

6 Lómur 9

7 Kollfirðingur 2