Nú eta tey saltaða runu í Haiti

Nógvastaðni kring heimin eru matvørurnar nógv dýrkaðar, og í tí fátæka Haiti hevur príshækkingin elvt til ruðuleika

Undir herrópum sum "Vit eru svong og krevja forsetan frá" royndu svangir haitibúgvar at troðka seg inn á forsetaborgina mánadagin, men ST-hermenn steðgaðu álopinum við gummikúlum og táragsssi.

 

Í gjár vóru haitibúgvar aftur í gøtunum, og hesaferð rændu tey handlar í høvuðsstaðnum Port-au-Prince og øðrum býum. Í seinastuni eru matvørurnar í Haiti vorðnar umleið 40 prosent dýrari, og tað hevur gjørt, at tey flestu hava ikki ráð at keypa mat. Altjóða tíðindastovurnar skriva, at fleiri hava ikki annað til matna enn runu, sum tey koyra eitt sindur av salti og matolju í.

 

Í Haiti eru fólk ill inn á forsetan og teir 9.000 ST-hermenninar, sum eru har fyri at verja demokratiið. Tey misnøgdu vísa á, at tað kostar ST tvær milliardir krónur um árið at hava hermenninar í Haiti, og kostini hevur ST bara fingið 15 prosent av teimum 455 milliónum krónunum, sum Haiti hevur tørv á í ár.