Nú eru vit komin á markið fyri hvat vit tola

Landskassin fær 20 oyru í tilfeingisgjaldi av hvørjum kilo av svartkjafti, men manningin, sum fiskar hann, fær bara 17 oyru av hvørjum kilo

Tilfeingisgjaldið á Svartkjafti er so høgt, at í roynd og veru fær landskassin meiri fyri hvørt kilo, sum verður fiskað av svartkjafti, enn manningin fær.

 

Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Hann vísir á, at tilfeingisgjaldið fyri svartkjaft er 20 oyru fyri kilo. Tá ið tað varð ásett, var avreiðingarprísurin einar tvær krónur og sostatt var tilfeingisgjaldið 10 prosent av avreiðingarprísinum.

 

Men síðani er prísurin á svartkjafti lækkaður eina helvt, tí nú er hann ikki meiri enn ein króna kilo. Men tilfeingisgjaldið er framvegis 20 oyru fyri kilo og sostatt er tað í dag 20 prosent av avreiðingarprísinum.

 

– Tað merkir, at landið fær størri part av avreiðingarprísinum enn manningarnar á skipunum fáa fyri at fiska hann, tí tær fáa bara 17 prosent av avreiðingarvirðinum í hýru, staðfestir Jógvan á Lakjuni.

 

– Sum støðan er nú, fær landskassin 20 oyru av hvørjum kilo, sum verður fiskað av svartkjafti, men manningarnar, sum fiska hann, fáa bara 17 oyru, leggur hann afturat

 

Nú ein dagin vildi hann hava at vita frá Høgna Hoydal, hvat ætlanin er at gera við málið, tí nu eru vit komin á markið fyri um tað yvirhøvur loysir seg at fiska svartkjaft, sigur hann.

 

Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at sum støðan er nú, kunnu vit koma í ta støðu, at vit ikki fáa fiskað alla kvotuna, tí í landskassin er so grammur, at tað er ein forðing fyri, at kvotan verður fiskað.

 

– Tað má ikki henda, at vit ikki fiska alla kvotuna, serliga nú, ósemja er ímillum londini um fiskiskapin. Og eisini Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at hendir tað, at vit ikki fiska okkara kvotu upp, setir tað okkum í eina vánaliga støðu, næstu ferð, vit skulu samráðast við onnur lond um kvotur.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur ikki varhugan av, at vit eru komin á markið fyri um tað loysir seg at fiska svartkjaft ella ikki.

 

– Tað er stórur áhugi fyri at fiska svartkjaft, leggur hann afturat.

 

Men hann sigur, at hetta er nettupp eitt dømi um, hví tað er neyðugt at vit fáa eina nýggja fiskivinnuskipan, har gjøldini til landskassanum eru ásett av vinnuni sjálvari, altso av marknaðinum, og ikki eru eitt fast krónutal, sum tær eru nú, so at tey ikki broytast, so hvørt marknaðurin broytist.

 

Eitt annað uppskot er, at tilfeingisgjaldið skal vera eitt ávíst prosent av vinninginum. Í uppskotinum til nýggja fiskivinnulóg er nettupp endamálið, at tilfeingisgjaldið skal ikki vera eitt fast krónutal, men at tað alla tíðina verður lagað til, hvat virðið á tilfeinginum í roynd og veru er.

 

– Hetta er eitt dømi, sum fullvæl lýsir vandan við at áseta tilfeingisgjøld um eitt fast krónutal við lóg, heldur enn at lata tað verða stýrt av marknaðinum, har tað skal loysa seg at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum, sigur hann.