Nú eru 6,9 milliardir fólk á jørðini, og av teimum búgva fýra milliardir ella 60 prosent í Asia.
Størsta íbúgvaratalið hevur Kina, har 1,3 milliard fólk búgva. Í India er talið um 1,2 milliard, og triðstørsta fólkatalið hevur USA við sínum 309 milliónum. Síðani kemur Indonesia við 238 milliónum og Brasil er nummar fimm við 191 milliónum.
Russland hevur størsta íbúgvaratalið í Evropa. Har búgva 143 milliónir fólk. Í Afrika er tað Nigeria, har 140 milliónir fólk búgva.










