Nú eru venjararnir settir

Kvinnur: Fýra venjarar skulu venja trý kvinnulið hjá NSÍ

Fyrr í dag boðaði NSÍ frá, at toppskjúttin og ársins spælari í ár og fleiri ferðir áður, Heidi Sevdal, nú fer at umboða NSÍ, sum hevur boðað frá luttøku í fremstu deildini í 2020.

In.fo legði aftrat, at ein annar landsliðsspælari er á veg til NSÍ. Tað er Ansy Sevdal Jakobsen, sum hevur verið liðformaður í EBS/Skála og á landsliðnum, har eldra systurin, Heidi Sevdal, er millum liðfelagarnar. Heidi Sevdal hevur nógvu tey seinastu árini umboðað HB. Undantakið var í 2017, tá ið tær báðar, Ansy og Heidi, vóru lyklaspælarar á FM liðnum hjá EBS/Skála.

Í kvøld boðar NSÍ frá, at felagið hevur sett fýra venjarar at taka sær av trimum kvinnuliðum. Umframt liðið í Betri deildini er talan um lið í 2. deild og U-18 kvinnur.

Teir fýra venjararnir eru Jónstein Petersen, Vinjard Johansen, Egil G. Olsen og Magnus H. Olsen.

NSÍ hevur ikki havt lið í bestu kvinnudeildini síðani í 2006.