Tað hevur verið upp í heili 55 m/s í dag, men nú er nakað frægari. Tað mesta av vindi nú er í Suðuroynni, har tað eru 39 m/s á Porkerishálsi Vindurin er minkaður nú seinnapartin.
Landsverk sigur, at tað eru 32 m/s á Gøtueiði, 27 m/s á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð. 32 m/s á Fámjinsvegnum og 38 m/s á Porkerishálsi. Tað merkir so eisini, at bussar hjá Strandferðsluni eru farnir at koyra aftur.
Leið 100, 101 og 300 koyra aftur nú, skrivar Strandferðslan, meðan leið 400, 410, 440, 700 og 701 framvegis ikki koyra orsaka av veðrinum.










